Hvussu er hjá mær? Hvussu er mín orka? Hvar eri eg í lívshjólinum?

Í skrivandi stund fylgjast uttara og innara árstíðin hjá mær. Mín innara árstíð er í byrjanini av innara várinum. Tað er dagur 6 í míni menstratiónssyklus, og eg kenni hetta so sera væl at vilja alt møguligt og bara vera ov móð til tað júst nú.

Í lívshjólinum eri eg mitt í heystinum tvs. upp ímóti skiftisárunum (menopause). Eitt millumbil í nøkur ár, har hormonini eru í broyting (premenopause). Ein broyting, sum er nakað annarleiðis, enn tað, sum eg kenni til, meira skiftandi og ávirkiligt av mínum livihátti og livikorum. 

… So eg eri har, at eg skal ansa eftir mær sjálvari, halda meira aftur og ikki bara siga ja, ja, ja til alt møguligt. Tað kann eg lætt koma til. Eg skal dvala meira við aftursvar, áðrenn eg sigi nei ella ja; og so siga nøkur størri JA, tá eg sigi JA og ikki bara, tá eg burdi og skuldi.

Hetta er lættari sagt enn gjørt, tá ein sum eg ofta lætt verðið hugtikin av ymiskum.  Beint nú ræður um ikki at fara ov skjótt fram, júst sum í samfelagnum – nú við korona. Tað er so lætt og freistandi at fara við nógvari ferð. Tað er jú tað, sum er høgt í metum. Vandin er, at goymslurnar skjótt verða tømdar, at eg brenna út og og møguliga gloymi, hvat tað var, sum eg rann eftir og var hugtikin av.

Hvat ger korona við meg? 

Korona skakar okkum øll og samfelagið. Korona skapar ein steðg og eitt millumbil. Tað er ikki bara áðrenn og aftaná korona, tað er eisini tíðin við korona.

Kenslur sum ótti og ørkymlan fylla, serliga fyri teimum, sum eru í vandabólkinum. Eg má vara meg, soleiðis, at eg minst møguligt kann vera ein smittukelda, og samstundis kann eg ikki vita, um eg eri berari uttan eyðkennið. Ivin fyllir nógv. Hvussu verður tað við mínum sjálvstøðuga virksemi. Nær kann eg koma í gongd aftur? Hvussu við inntøkum og føstum útreiðslum? ALS veitir hjálp, og nú er hjálparpakki nr. 2 á veg. Nógvir tankar og nógvar kenslur skrambla. 

Fyrsta koronavikan byrjaði beint við eggloysn, innara summar. “Tjutju”, “hetta skal nokk ganga” og “wouw … alt á netinum”, høvuðsreingerð, baka og hugna sær. 

Onnur koronavikan fór yvir í vikuna áðrenn bløðing, innara heyst, har ivin og innari dómarin tóku yvir. Eg gekk í klingur og segði undarlig ljóð, og svøvnurin var órógvaður. “Åååå, hvat skal eg nú?” “Hini gera hatta, burdi eg hatta ella …?” 

Triðja vikan fór yvir í bløðingina, innara veturin. Alt var lukka niður uttan um okkum, og nú var bara alt meira at velja til og frá á netinum í staðin. Hetta var ikki ein góð blanding við innara veturin. “Eg skal simpulthen hava frið nú, eg orki ikki at taka støðu, eg skal absolut einki, eg orki ikki meira”. 

Eg avgjørdi at fara av netinum í nakrar dagar, og kenslan var, at tað var heilt fantastiskt at traðka úr meldrinum.

Vit fóru til dóttrina, svigarsonin og ommusonin og nutu bara at “VERA”. Tað er ótrúligt sum eitt lítið barn kann føra ein aftur til tað mest grundleggjandi og týdningamikla; nærleika, kærleika, at eta og sova og so at vera heilt óvitandi um korona. Tað var júst tað, eg hevði tørv á. Nærleika, kærleika, at eta og sova og gloyma alt um korona eina løtu. Tað eydnaðist.

Nú eri eg aftur í byrjanini av várinum og á veg inn í innara summari, og tað er um at halda orkuna, hesa byrjandi viðbreknu várorkuna, soleiðis at eg ikki brenni nýsprotnu páskaliljuna av nú við brestin.

Eg haldi fast í at vera meira av netinum, tí tað er gott fyri meg. Tað kann skjótari enn so fáa valdið aftur. 

Samstundis siti eg og skrivi várbloggar og nýggjheitsbrøv, soleiðis, at mínir kundar og áhuga kunnu fylgja við í, hvar eg eri í øllum hesum. Tað er jú gjøgnum netið at kunning lætt kemur út, OG tað kann kennast tvísiðakent 😉 

Kann eg ikki bara hála stikkið heilt úr? Er tað tað, sum eg helst havi tørv á? Jú, tað er tað, serliga seint í mínum innara heysti, vetri og byrjandi vári”. Stykkið kann tilvitað hálast úr, og steðgir kunnu leggjast inn í tí smáa, her og har í gerandisdegnum.

(Í mun til syklustilvitan, so eri eg nú, ímeðan eg leggi síðsti hond á vár bloggarnar á degi 11 í míni syklus. Tað er byrjandi innara summar, orkan er hægri, tað er fullmánið, og virðið er tað meira útatvenda og sjónlig, áðrenn eg aftur taki meg meira burturúr aftur til innara heystið 😉 )

Hvat geri eg so, tá eg háli stikku úr og einki geri?

Eg geri alt møguligt, sum eg havi HUG til Í MÍNI EGNARI FERÐ 🙂

Dyppi á Sandagerið, gangi túr, geri nærverandi og róligt yoga, baki og njóti baksturin og ein góðan temunn og útsýnið úr stovuvindeyganum; bindi, liggi á sofuni við tárum og lesi roman, síggi krimi, hangi klæðir út á snór – elski lugtin av klæðum, sum koma inn, serliga í hesum sólríku og køldu døgum og njóti dagliga samveru við mannin og sonin, sum arbeiða og ganga í skúla heima. Teir hava lært meg at spæla gissa. Eg leggi meg, tá eg føli møði, leggi meg við yoganidra, tá eg havi hug til tað, ruddi skuffur og vaski skáp. 

Tað er sera áhugavert at síggja, hvat er hent gjøgnum dagin, tá eg “einki havi gjørt.” Eg skrivi upp dagliga, hvat eg geri. Nøkur kvøld kann eg fanga meg sjálva í at hugsa, at eg einki havi fingið burturúr, og tá havi eg í roynd og veru fingið eina rúgvu burturúr – harímillum at hvíla meg. 

Hvat er veruliga av týdningi her í gerandisdegnum, og hvussu kann tað varveitast í gerandislívinum?

Hóast korona skakar og ikki er ynskiligt, so sigi eg: “Takk korona fyri tann møguleikan tú gevur mær og okkum í at steðga á, at standa saman og at gera nakað annað.”

Ikki eru vit stór í hesi stóru verð, og tó kunnu vit í tí smáa gera nógv fyri at broyta nakað í tí stóra.

Vælgagnist 🙂

Her er ein leinkja til nærverandi og róligt yoga, sum kann gerast, hóast orkan ikki er tann stóra. Ein møguleiki til stillisliga at leggja merki til, hvat hendir á vegnum – í millumbilunum – líkasum nú í byrjandi várinum.

Yoga, sum stillisliga loysur bundna orku og iltar og nørir hvørja kyknu í kroppinum. Kann gerast liggjandi, sitandi á stóli ella sum her sitandi á gólvi 🙂