Tín menstratiónssyklussin handlar ikki bara um at føra mannaættina víðari. Hon handlar so sannuliga eisini um tína heilsstøðu sum heild bæði kropsliga og sálarliga. Ein vitan gagnlig fyri bæði kvinnur og menn.

“Ovulatory cycles are both an indicator and a creator of health.”

Hjá American College of Obstetricians & Gynocologist verður menstratiónssyklussin sermerkt sum tað fimta vitala heilsuparameturi fyri kvinnur. Menstratiónssyklussin er sostatt eitt avgerandi parametur, tá metast skal um heilsustøðuna hjá kvinnuni. 

Óansæð aldur, so er kroppurin í støðugari broyting, og hann er so gløggur, at hann hevur evnini til at endurnýggja og tillaga seg. 

Tað, sum eyðkennir tað sykliska, er, at tað er nakað afturvendandi, at tað er ein byrjan og ein endi og aftur ein byrjan og so framvegis.

Tí kann tú í hvørjari syklus byrja av nýggjum og eygleiða, hvat hendir í komandi syklus.

Við sykliskari tilvitan kann tú læra at virða, stuðla og styrkja tað støðugt óstøðuga, fjølbroytta og mótsetningsfulla í kvinnukroppinum og heilsuna hjá kvinnuni sum heild.

Eins og mótsetningar í náttúruni við flóð og fjøru, fullmána og nýmána, og summari og veturi, eru støðugt óstøðugu hormonellu skiftini í kvinnukroppinum natúrlig.

Skifti, sum ikki bert merkjast kropsliga, men eisini mentalt, sálarliga og andaliga. Skifti, sum geva kenslur av bæði ljósi og myrkri og av orku og manglandi orku. Skifti full av menningarmøguleikum, sum vit ikki skulu vera bangnar fyri at lata upp fyri. 

Hóast kvinnukroppurin hevur hesa íbornu syklisku vitanina, so hava vit í nógvum førum ikki lært at kennast við og hava álit á hana og tey tekini, sum hon gevur okkum. 

Møguliga er hetta ein avleiðing av tí liniera og handlandi samfelagnum, sum vit liva í, og sum ikki virðir tað sykliska og intuitiva.

Vit skulu helst vera á sama hátt ”altíð” bæði kropsliga og sálarliga og helst vera glað, produktiv, útatvend og siga ja. Tað er ikki rættiliga pláss fyri broytingum kropsliga og sálarliga gjøgnum eina syklus. Tað er ikki rættiliga pláss fyri at steðga á, dvala, reflektera, føla ov nógv og siga nei, uttan undanførslu.  

Ímynda tær, um  tú fekk frið til ”bara at vera” beint upp til og undir tíni bløðing, og at tað var í lagi bara at siga ”nei” uttan undanførlsu. 

Ímynda tær, at hesin ”loyvdi” steðgur hevði so stóra ávirkan á restina av tíni syklus, at ein møgulig pína bleiv minni ella fór heilt burtur, og at tú varð meira virkin í hini hálvuni av tíni syklus. 

”Larmar” tín menstratiónssyklus við avbjóðingum og ójavnvágum, er hetta eitt tekin og ein innbjóðing frá kroppinum um at steðga á, lurta og stilla møguligar ójavnvágar aðrastaðni í kroppinum, í tínum lívshátti ella lívsumstøðum. 

Tað er ikki altíð, at so nógv skal til, og tó so kann ófriðurin koma frá øðrum meira umfatandi ójavnvágum í kroppinum so sum  autoimmunari sjúku.

Syklusarbeiðið er einki ”quickfix”. Tað kann taka tíð at tillaga ójavnvágir í eini syklus og harvið í heilsustøðuni sum heild. Tað kann taka alt frá trimum til seks mánaðir, so tað kann krevja áhaldnið, tol og treystið at byrja av nýggjum við hvørjari bløðing í tíni syklus.

Læran um tað syklisku náttúruna í kvinnuni kann vekja eina gamla djúpa íborna vitan í tær. Eina gamla vitan, sum á ein ella annan hátt í nógvum førum liggur í dvala og er gloymd og goymd burtur. Ein sera stór gáva, sum kvinnukroppurin berur í sær. Ein gáva, sum ikki bert hevur virðið fyri kvinnuna, men eisini fyri samfelagið sum heild. Ein gáva, sum av ymiskum søguligum orsøkum yvir fleiri ættarlið, ikki er blivin viðurkend og vird, fyri tað hon er. Tíbetur er vend við at koma í viðvíkjandi hesum. 

Tín kroppur er, júst sum hann er, og hann er ávirkiligur av nógvum ymiskum – millum øðrum hendingum í lívinum, lívshátti, árstíðunum og ringrásini hjá mánanum.

Tað er ymiskt, hvussu kroppurin merkist, og tað sykliska mynstrið er ikki neyðturviliga tað sama frá kvinnu til kvinnu og mánað til mánað. Tí snýr tað seg um, at tú lærur títt sykliska mynstur at kenna.

Komandi hálva ári fari eg at varpa meira ljós á tað syklisku tilvitanina og møguleikarnar í menstratiónssyklussini og í stóru skiftunum í kvinnulívinum harímillum skiftisárunum 🙂

Góðan Menstratiósheilsudag <3

Marianna Vang Simonsen

 

Ymiskar leinkjur til støð, sum viðgerða syklustilvitan eru m.a.:

https://cyklusinstituttet.dk

https://redschoolonline.net

https://yonishakti.co

https://www.larabriden.com

https://mettehyldgaard.dk/giv-dig-tid-mor/

https://lauragrubb.dk

Leinkja til setningin í blogginum:

“Ovulatory cycles are both an indicator and a creator of health.”

https://www.cemcor.ca/resources/contraceptive-choices_effective-convenient-safe