Yogaundirvísingin verður skipa eftir tilmælunum frá koronaráðgevingini soleiðis:

  • at tú hevur egnan útbúnað við, um tú vil tryggja tær, at eingin annar hevur nortið við útbúnaðin
  • at tú vaskar hendur, áðrenn tú kemur inn í salin
  • at uml. 2 m. eru ímillum luttakararnar
  • at tímarnir verða 1 t. 15 min.
  • at steðgirnir ímillum tímarnar verða 1/2 tími
  • at tú er vælkomin at brúka munnbind í tímanum
  • at tú verður heima, um tú er varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur https://corona.fo/sjukueydkenni?_l=fo
  • at luttakaratalið í mesta lagið er á 12
    at luttakaratalið til mammuryoga í mesta lagið er á 8

Tíð verður sett av til at lufta út og til, at tit kunnu koma inn og fara út í fjarðstøðu.

Tú vaska hendur, áðrenn tú kemur inn í salin. Pappírshandklæði eru at turka sær um hendurnar við. Um tær tørvar spritt, verður tú biðin um at hava tað við sjálv/ur.

Vil tú tryggja tær, at eingin annar hevur nortið við útbúnaðin, hevur tú tína egna mottu, teppið og baðihandklæðið við. Eigur tú ein yogakubba, eitt beltið (eitthvørt á uml. 1,5 – 2 m.) og eina eygnapútu, kann tú eisini taka tað við. Sí mynd ovast. Baðihandklæðið er at leggja um yogapølluna, um tú lænir eina frá mær. Tað kann eisini brúkast sum útbúnaður til ymiskar yogastøður.

Allur útbúnaður er tøkur í tímanum og møguleiki er fyri at læna hann. Eg kann bara ikki tryggja tær, at eingin annar hevur nortið við hann.

Gev mær boð við tilmelding, um tú hevur tørv á tí.