Tá eg baki og geri mat brúki eg ofta onkra grunduppskrift, sum eg blandi við onkrum mær dámar. Tað lidna úrslitið líkist tí ikki altíð “heilt” tí upprunaligu útgávuni. Tíverri havi eg onga mynd av hesi útgávuni.

Soleiðis varð eisini við hesi banankøkuni, sum er vorðin til eina súreplakøku og eina perukøku við vaniliu, kanel og lekress smakki og eina kardamummukøku.

Tann síðsta útgávan ein súreplakøka við rosinum og kanelsmakki, sum fleiri av tykkum hava smakka her í desembur í 2020, er umleið soleiðis sett saman:

5 bananir, 6 egg og 2,5 dl av rapsolja verða blenda saman við einum stavblendara.

4 dl av havragrýni, 1 dl av kokusmjøli, 1/2 dl av bagehusk ella pofibur, 2 spsk. av bakipulvur, 3 tsk. av kaneli, 2 tsk. av vaniljusukri ella vaniljupulvuri, 1 tsk. lakresspulvur – “Engelsk lakridspulver” frá Naturdrogeriet. Tú kann eisini lata vera við at koyr lakresspulvur í. Alt tað turra verður rørt saman fyri seg og síðani rørt í eggjablandingina.

2 dl rosinir og 2 ella 3 súrepli skorin í puntar verða síðani rørd í deiggjblandingina.

Eg plagi at brúka ein bakiform á uml. 25 x 30 cm, breiða bakipappír á formin og baka við 175 stigum í uml. 30 minuttir. Longd av bakitíðini kemur alt ann uppá støddina av forminum og harav hæddina av deigginum í forminum.

Tú kann altíð sjálv/ur seta ymiskt annað saman eftir tí tær dámar.

Eg dagin átti eg eingin súreplir ella perur, so tá varð uppskriftin sum omanfyriskrivaða við 3 spsk. kadamummu, 3 tsk. vaniljusukur og rosinum og uttan kanel- og lakresspulvur og uttan súreplir ella perur.

Omanfyriskrivaða útgáva er inntil víðari tann besta, eg havi fingið burturúr hesi grunduppskriftini, sum tú finnur á heimasíðuni her: