Ársins stytsti dagur og longsta nátt – vetrarsólstøða, er júst farin aftur um bak. 

Eg eri takksom fyri sýndan áhuga, luttøku og íblástur gjøgnum árið OG samstundis, sum eg gleði meg til eitt nýtt ár, liggur eisini ein óvissa og ótti og lúrir. Tí hvussu man komandi árið fara at síggja út?

12. mars lukkaði alt virksemið niður frá degi til dags, fyri síðani spakuliga at lata upp aftur við avmarkingum. At lukka heilt niður var sum at anda heilt út, og sum tíðin hevur liðið, er andadrátturin ikki rættiliga komin í eina legu aftur, tað er, sum um eg ikki rættiliga havi anda heilt inn aftur. 

Í mun til árshjólið er tað júst tað, sum hendir í tí myrkastu tíðini. Myrkrið er júst komi heilt til endan av útandingini. Til steðgin har einki tykist at henda.

Í løtini kenni eg ein feril av virkislamni. Ítøkiliga havi eg til tíðir ilt við at taka støðu, tí hvat fer at bera til og ikki. Tað regluliga virksemið heldur áfram sum vant somu dagar og tíðir. Tó er dagurin fyri, nær vit byrja ikki ásettur enn. OG so er tað tað leysa og tað møguliga nýggja. Tankin um at seta nakað upp og síðani at avlýsa kemur ikki av ongum. Tað hevur árið lært okkum. Vit skulu handla sum um og tó.

Í mun til árshjólið er hetta tíðin til at geara niður, at vera í híð og samla orku. 

Tíðin, har eg elski at sita í frið í myrkrinum og njóta tey smáu ljósini á jólatrænum, teir kláru køldu litirnar, lýsingina, skýmingina, tær kláru og blonku stjørnurnar og ljósið frá mánanum. 

OG í ár er tað stóra OG’i bara so sera tíðiligt í øllum. Eg njóti tað OG eri í óvissu. Eg gleðist OG eri óttafull. Tað liggur har og rusast. Til tíðir fyllur tað meira, OG til tíðir nærum gloymi eg tað. Eg skal taka nakrar støður. Sumt er púra greitt, OG samstundir veit eg ikki rættiliga. OG er hetta ikki júst tað, sum eyðkennir veturin og tann innara veturin? Tað at loyva sær at søkka, fara í dvala og VERA og ikki at skula taka støðu, at handla og GERA?

TAÐ ER NÚ, at eg skal steðga á, blunda og leggja til merkis, hvussu luftin ómakasleyst streymar út, OG hvussu hon ómakasleyst streymar inn aftur. Leggja til merkis longdina av útandingini OG steðgin OG longdina av innandingini OG steðgin. Longdina av útandingini, sum tá sólin setur, myrkrið fellur á, og dagurin endar, og longdina av innandingini, sum tá sólin rísur, og dagurin kemur í hæddina. Vit eru øll ein partur av eini størri heild. Vit verða øll anda ígjøgnum við somu luft, OG samstundis eru vit einstøk. Tað er ikki antin ella. TAÐ er bæði OG.

Morgunin eftir stytsta dag byrjar innandingin í nýggja árshjólinum heilt spakuliga aftur, OG við Jesusbarninum á jólum eisini ljósið og vónin um ljósari tíðir og nýtt lív. 
Hetta ársins hjól, veturin, várið, summari og heystið hevur tú í tær í hvørjum andadrátti – útandingini, steðginum, innandingini og steðginum. 

Hvat ynskir tú at anda út – lata fara – siga NEI til?

Hvat ynskir tú anda inn – lata koma – siga ”JA” til? 

Hvat er tørvur á at dvala við aftaná útandingina og aftaná innandingina? 

Hóast nógvar avlýsingar í ár, SO er hetta eisini árið við nógvum góðum upplivingum. Hetta er árið har eg upplivdi at vera tveyeinig í tøgn úti á Mykineshólmi. Tindhólmur var vitjaður. Eg teknaði mína fyrstu mandala og endiliga, aftaná at hava bíða í fleiri ár, kom Total Yoga Nidra Teacher and Facilitator Trainer til Keypmannahavnar. Hetta var ikki minni enn fantastiskt. At sleppa at dyrka 50 undirvísingartímar av yoga nidra við Umu og Nirlipta. Síðsti partur var umvegis zoom, og tað riggaði bara væl. Tað syrgiliga er, at YogaMudra eitt av gomlu og góðu yogastudiunum í KBH eftir 17 ár mátti snara lykilin. TYN var síðsta skeiðið, sum var hildi hjá YogaMudra. 

Tá eg somu tíð seinasta ár sat og skrivaði blogg, hevði eg verið omma í gott eitt ár. Hesin elskuligi ommusonur er nú tvey ára gamal, og omman her er púra bims. Abbin eisini 🙂

Einki kann sum eitt smábarn draga ein aftur í tað bara at VERA og gloyma tíð og stað. Herfyri bleiv eg vakt við eini fittari lítilari rødd “Omma upp”, síðani føldi eg eina lítla heita hond “Omma uppsadeysa” – “ Omma upp”, OG so var hendan omman kvik upp úr songini.

Nú í skrivandi stund er næsta ommubarnið á veg innan fyri komandi 5 vikurnar. Tey búgva nú í Føroyum, so tey eru ikki so langt burtur hesuferð. Tað nýggja lívið, móðirskapur og familjulív er sostatt eisini í ár heilt tætt at lívinum. 

SO hóast ymiskar avbjóðingar er eisini nógv ljós og gleði í gerandisdegnum við fantastiska deiligum menniskjum <3

Eg vil við hesum ynskja tykkum eini góð og friðsæl jól <3 

Áðrenn árið er runnið, verður skráin lýst og send viðvíkjandi nýggja árinum 🙂

Tær bjartastu jólaheilsanir <3

Marianna Vang Simonsen