Langt vikuskifti fyri kvinnur 10. – 13. februar 2022 á Viðareiði Hotel Norð.

Vælkomnar til eitt deiligt og langt vikiskifti við hugdýpan og hugna, har kreativitetur við mandalatekning, meditatión, yoga og eginumsorgan verður í hásæti.

Vit koma at hava Hotel Norð heilt fyri okkum sjálvar og verða hjúklaðar um.

Vit tjekka inn hósdag seinnapart og út aftur sunnudag á middegi og verða í mesta lagi 10 luttakarar.

Bjørk Gudmundsen leiður teg inn í mandalaheimin, har útgangsstøði fyri mandala tekningina verður ”Flower of life”. Vit koma at læra at tekna mandala heilt frá grundini. Mandala tekning er ein heimur av samskapi, ró og javnvág, sum er sera hugtakandi og minkar um strongd. Mandala tekningin verður byrja við eini meditatión, og fyri tað mesta koma vit at tekna í stilli. (Facebook Børka –design).

Marianna Vang Simonsen stendur fyri frálæru í nørandi rørslum og djúpari hvíld við løttum og mildum yoga. (www.javnvag.fo).

Øll kunnu vera við og ikki er neyðugt hvørki við royndum innan tekning ella yoga.

Tankin er at byrja dagin við løttum morgunyoga, eta morgunmat og síðani fara at tekna mandala. Vit eta frokost, tekna mandala og gera aftur lætt yoga og djúpa hvíld áðrenn náttverða. Um kvøldi taka vit samanum dagin og hava felags hugna møguliga við stokkum. Møguleiki er eisini fyri at fara í heitan uttandurða pott.

Hóast, at dagurin er skipaður, er tað eisini soleiðis, at tað er tíð til at ganga túr, trekkja seg og gera sum ein vil. 

Prísur fyri hvønn í dubultkamari er kr. 4290,-.

Prísur fyri hvønn í einkultkamari er kr. 4890,-.

Depositum kr. 1000,- við tilmelding.

Íroknað prísin er uppihald við kosti og kaffi og te. Tilfarð til mandalatekning og lán av øllum yogaútbúnaði, sum vit fáa brúk fyri. 

Aðrar drykkivørur fáast til keyps á hotellinum til lagaligan prís. 

Tveir hitapottar eru til taks, sum kunnu leigast fyri kr. 300,- pr. stk. pr. tíma.

Tilmelding við navni og fartelefonnummari er á javnvag@javnvag.fo

Nærri kunning fæst við at ringja til Bjørk á 215499 ella til Marionnu á 516699.