Lat myrkri bera og fevna meg,
kápan av myrkri, tøgn og kvirru.
Ov nógv ljós hevur drigið meg burtur
frá eini djúpari kenslu av sameining og veran.
Lat kvøldið og náttina draga út.
Lat lýsingina bíða,
ímeðan eg leni meg inn í dýpið og kelduna til upprunað.
Lat meg dvala í myrkrinum, fevnd av vetrarkápuni,
hvørs lívd ongantíð svíkur
sum ein vernd, eitt lívdarskjól til lívdarvøkstur,
sum eitt barn í móðirlívi
við troyst, ugga og linnan.

Við hesum vil eg ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt gott og eydnuberandi nýggjár <3

Marianna Vang Simonsen

Við íblástri frá eini enskari yrking og við læntari mynd.