Vikuskifti fyri kvinnur 9. – 11. februar 2024 á Viðareiði á Hotel Norð

Vælkomnar til eitt deiligt vikuskifti við hugdýpan og hugna, har kreativitetur við mandalatekning, meditatión, yoga og eginumsorgan verður í hásæti.

Vit hava Hotel Norð heilt fyri okkum sjálvar og verða hjúklaðar um frá fríggjadegi seinnapart til sunnudag á middegi. Vit verða í mesta lagi 10 kvinnur.

Bjørk Gudmundsen leiðir teg inn í mandalaheimin, har útgangsstøði verður sniðið ”Flower of life”. Mandalatekning er ein heimur av samskapi, ró og javnvág, sum er sera hugtakandi og minkar um strongd. Vit koma at læra at tekna mandala heilt frá grundini, har mandalatekningin byrjar við eini meditatión, og vit fyri tað mesta koma at tekna í stilli. (Facebook Børka –design). 

Marianna Vang Simonsen stendur fyri frálæruni í nørandi rørslum og djúpari hvíld við løttum og mildum yoga. (www.javnvag.fo)

Øll kunnu vera við, og ikki er neyðugt hvørki við royndum innan tekning ella yoga.

Tankin er at byrja dagin við løttum morgunyoga, eta morgunmat og síðani fara at tekna mandala. Vit eta frokost, tekna mandala og gera aftur lætt yoga og djúpa hvíld áðrenn náttverða. Um kvøldi taka vit samanum dagin og hava felags hugna møguliga við stokkum. 

Dagurin er skipaður soleiðis, at tað eisini er tíð til at ganga túr, trekkja seg og gera sum ein vil. 

Møguleiki er eisini fyri at fara í heitan uttandurða pott.

Prísur fyri hvønn í dubultkamari er kr. 4490,-.  

Prísur fyri hvønn í einkultkamari er kr. 4990,-.

Depositum á kr. 1000,- skal gjaldast við tilmelding. 

Íroknað prísin er uppihald við kosti, kaffi og te, lán av øllum yogaútbúnaði, og nakað av tilfarðinum til mandalatekningina. 

Aðrar drykkivørur fáast til keyps á hotellinum til lagaligan prís. 

Tveir hitapottar eru til taks, sum kunnu leigast fyri kr. 300,- pr. stk. pr. tíma.

Tilmelding við navni og fartelefonnummari er á javnvag@javnvag.fo

Nærri kunning fæst við at ringja til Bjørk á tlf. 215499 ella til Marionnu á tlf. 516699.