Zoneterapi til pinkubørn kann gevast á føturnar hjá pinkubarninum ella á føturnar á mammuni, ímeðan pinkubarnið liggur á mammuni. Hetta tí sambandið ímillum mammu og barn er so sera tætt teir fyrstu mánaðarnar eftir barnsburð, sum um kropparnir eru eitt – sum um, at barnsburðurin heldur áfram – bara uttaná.
Viðgerðin til pinkubarnið er sera mild, og kann gevast so skjótt barnið kemur úr búkinum og virkar sera væl ímóti m.a. óró, manglandi trivnaði og avbjóðingum við sodning.
Tá barnið fær viðgerð á føturnar, kann barnið liggja á bríkini, ella mamman ella pápin heldur í barninum. Barnið kann eisini undir viðgerðini fáa bróst ella føðslu á annan hátt.
Eg havi gjøgnum árini havt nógvar barnaføtur í mínum hondum við sera góðum virkna. Tær minstu pinkubarnaføturnar hava verið 6 dagar gamlar, so bíða ikki, um barnið ikki trívist 🙂
Tað er ymiskt, hvussu nógvar viðgerðir skulu til. Tilmælt verður at geva pinkubørnum viðgerð tvær fer um vikuna. Longdin á viðgerðini er upp til 20 min.
Reaktiónin av viðgerðini kann vera, at støðan versnar fyrsta døgnið fyri síðani at bætna aftur.