FYRRA HÁLVÁR 2022:
Mánadagar kl. 20.00 – 21.15.
Skeið á 5 vikur frá 25. apríl til 30. mai. (Yoga er ikki 2. mai.)
Kostnaður kr. 700,-
Stað: Grønlendingahúsið, Jøkulstræti 8, Tórshavn.
Melda til við navni og fartelefonnummari gjøgnum javnvag@javnvag.fo, facebook ella á 516699.
Hetta er til tín, sum ynskir:
- Ró, rúm og nærleika.
- Javnvág í hormon- og nervaskipanini.
- At vera tilvitað um tekin frá kroppinum og at arbeiða við og ikki ímóti tíni egnu rútmu og natúrligum broytingum í kroppinum.
- At varveita og betra um styrkina í kokubotni og innaru búkvøddunum og betra tilvitanina um, hvussu tú natúrliga tekur kokubotnin og innaru búkvøddar við í rørslur og aktivitetir í dagligdegnum.
Gangligt fyri allar kvinnur.
Tímin er gagnligur fyri kvinnur í øllum aldri – yngri sum eldri:
- Javnvagar tína orku, stimbrar umrensl og hvíld um gøgnini, skapar innaru ró og gevur djúpa hvíld.
- Stimbrar tað hvílandi hormon- og nervaskipanina til eitt meira gagnligt og hóskandi virkisførið.
- Virkar ímóti eyðkennum av hormonellari ójavnvág, so sum; niðursettari orku, rastloysi, máttloysi, skiftandi sinnalagi, óró í svøvni, hitaskiftum og bløðingarólagi.
- Virkar ímóti strongd og útbrendheit.
- Økir kropsliga tilvitan og styrkir kokubotnin og innaru búkvøddar.
Arbeitt verður við andavenjingum, mildum rørslum, uppbyggjandi kropsstøðum og djúpari hvíld.