Tann djúpa uppbyggjandi hvíldin – yoga nidra

Yoga nidra er ein tilvitskustøða og merkir rætt og slætt “ein vakin svøvnur”.

Ein tilvitskustøða, sum tú skipað kann vera leidd/ur í – fullkomuliga ómakasleyst – har tú kropsliga, mentalt og sálarlig hevur møguleika at kobla úr og “vera uttan at gera“.

Tað, sum eyðkennir yoga nidra er tann mótsagnarliga upplivingin. Ein støða “mitt ímillum”, mitt ímillum at vera vakin og at sova, júst her og júst nú m.a. at hoyra eina rødd og ikki rættiliga hoyra hana kortini; at føla, at kroppurin svevur, og at tilvitið tó er vakið; og at vera til staðar og tó langt burtur.

Júst hendan tilvitskustøðan, har heilin broytur frekvens, er sera styrkjandi og heilsugóð. Hon stimbarar tað hvílandi skipanina í kroppinum (parasympatisku nervaskipanina), sum er so sera javnvagandi og uppbyggjandi (homøostase). Hetta gevur seg ofta til kennar við m.ø. eini nøgdari rumlan frá sondningarleiðini, einum meiri róligum og djúpari andadrátti, eini meiri róligari hjartarútmu, ein kenslu av at kroppurin gerst tyngri, og at vøddarnir fáa betur hvíld. Út yvir at víðka um tilvitið og tað, sum hendir reint kropsliga, stimbrar yoga nidra tolsemið og evnini at sansa, hugleiða og skapa.

Nógvar allýsingar eru av yoga nidra. Í 1900’talinum byrjaðu vesturlendingar at fáa áhuga fyri “hvílandi útinnanum” sum hjálparamboð og mótvekt til tað skjóttgangandi modernaða lívið. Hetta fyri at stuðla heilsustøðuni og trivnaðinum hjá menniskjanum. Tann nokk mest hjartanemandi allýsingin er frá sálarfrøðinginum Richard Miller, sum hevur arbeitt miðvíst við yoga nidra í yvir 20 ár. Hann nevnir yoga nidra “The Meditative Heart of Yoga”, ein tilgongd og ein hjálp til fatan av “True Nature and our interconnectedness with all of life”.

Í dagsins samfelag, har præstatión, effektivitetur, tað sjónliga og tað at “gera” hevur stórsta virðið, og har tað verður vænta, at tú óavbrotið er “á” er alneyðugt at skapa møguleikar fyri tí mótsætta fyri ikki at missa seg sjálvan burtur og brenna út. Yoga nidra gevur tær møguleikan ómakasleyst at “vera uttan at gera”, at kobla úr og at sleppa kensluni av rúmið, tíð og stað.

Til yoga nidra er mest vanliga er at ligga trygt í eini góðari hvílustøðu, møguliga stuðlað/ur av pútum, og at vera í heitum klæðum og hava teppið út yvir seg, fyri at halda hitanum. Tann djúpa hvíldin ger, at hitin í kroppinum fellur nakað.

Um tú sovnar til yoga nidra, skal tú ikki stríðast ímóti og heldur síggja tað sum eitt tekin um, at tú hevur tørv á at sova. Nógv fólk hava í dag avbjóðingar við svøvni og fáa m.a. ov lítið av svøvni, hava ótta í mun til at sovna og hava ilt við at sovna aftur, um tey vakna.

Skeið eru ikki í skránni í løtini, sum einstøk skeið. Yoga Nidra verður brúkt í djúpu hvildini í tímunum, sum eru á skránni.
Til ber at umbiðja skeið í yoga nidra.

Melda til við navni og fartelefonnummari gjøgnum javnvag@javnvag.fo, facebook ella á 516699.