Lurta eftir morgunsendingini í KVF frá 12.04.23 um skiftisárini: https://kvf.fo/gmf?sid=155400
 
Yoga Nidra – ein møguleiki til djúpa hvíld.

Ein góð gáva til tín sjálvs í dagligdegnum. Legg teg niður ella set teg og ger tær tað so behagiligt sum gjørligt við pútum og teppi hesar komandi 16 min. og 20 sek. Tú skal einki annað gera enn ómakasleyst taka ímóti orðunum frá ljóðfílini og lata tey føra teg inn í eina møguliga djúpa hvíld, har tú kann sleppa teimum spenningum, sum eru møguligir at sleppa júst hesa løtuna. Tú skal ikki hugsa um hvørt orð og føla alt tað, sum eg sigi. Lat kroppin og sinnið fáa frið eina løtu, ímeðan uppmerksemið fylgir við orðunum. Kroppurin hvílur, og uppmerksemið er vakið. Tað skal ikki følast á nakran ávísan hátt, ver bara við tí, sum er, og lat andadráttin hesa løtuna koma inn og fara út úr tí, sum nú einaferð er.

Upptøkan er gjørd saman við einum persóni, sum liggur í eini stuðlaðari støðu við pútum, teppum og eygnapútu.

Vælgagnist <3

Kann frítt heintast niður av hesi altjóða Yoganidra network heimasíðuni:

https://www.yoganidranetwork.org/nidras/yoga-nidra-ein-moguleiki-til-hvild-i-dagligdegnum/

Kann lurtast eftir beinleiðis her:

Pawanmuktasana

Her er ein leinkja til nærverandi og róligt yoga, sum kann gerast hóast orkan ikki er tann stóra. Yoga, sum stillisliga loysur bundna orku og iltar og nørir hvørja kyknu í kroppinum. Kann gerast liggjandi, sitandi á stóli ella sum her sitandi á gólvi 🙂

 
Ein longri og ein styttri steðgur, har tú kann kobla úr í gerandisdegnum 🙂

GER SO VÆL at lurta her á síðuni ella tak niður at lurta eftir sum tær hóvar, tá tú ikki er á netinum.

Til tann stutta steðgin er hóskandi at sita ella liggja.

Til tann longra og uppbyggjandi steðgin er best hóskandi at liggja, so tú rættiliga kann lata kroppin verða tungan og hvíla, gjarna við onkrum útyvir teg, so tú ikki verður ov køld/kaldur.

Takk til Niclas Tórsteinson fyri hjálpina við upptøkunum og til Peter Jensen, notita.fo fyri tað tekniska her á heimasíðuni 🙂

 

Tann longri og uppbyggjandi steðgurinheinta niður

 

Tann stutti steðgurinheinta niður