Mikudagar kl. 18.15 – 19.30.

Skeið á 5 vikur frá 17. januar til 14. februar.
Skeið á 5 vikur frá 19. februar til 20. mars.
Skeið á 5 vikur frá 10. apríl til 8. mai.
Skeið á 5 vikur frá 15. mai til 12. juni.

Kostnaður pr. skeið: Kr. 750,-

Um tú hevur termin í skeiðstíðini, verður persónlig avtala gjørd viðvíkjandi gjaldi.
Melda til við at senda navn, teldupostadr. og fartelefonr. á javnvag@javnvag.fo ella á tlf. 516699.

At gerast við barn og at vera við barn er leiðin frá at vera kvinna til at verða kvinna og mamma.

Fyri flestu kvinnur er hetta leiðin til eitt tað mest sárbæra skiftið í kvinnulívinum. Eitt skiftið, sum rúmar flest broytingar í síni heild bæði kropsliga, sálarliga og mentalt. Broytingar, sum kunnu skapa nógvar ymiskar kenslur m.a. bæði takksemið og gleðið og sorg og ótta.

Til barnakonuyoga verður dentur lagdur á:

  • eitt trygt og stuðlandi umhvørvið
  • at fevna um broytingar – kropsliga og sálarliga í viðgongutíðini
  • at lurta eftir og líta á kroppin, og tað tú kennir á tær, tað kvinnuligu intuitiónina 
  • tilvitan um broyttan kropsburð í viðgongutíðini 
  • andadrátt, kropsligar rørslur og djúpa hvíld, sum styrkja og stuðla tær í viðgongutíðini, til føðingina og eftir føðingina – óansæð, um tú eigur vaginalt ella við keisaraskurði
  • pláss til at deila kenslur, upplivningar og royndir

Barnakonuyoga er meira og annað enn góðar kropsligar rørslur.

Barnakonuyoga er “feel good yoga” og snýr seg í stóran mun um sambandið við kroppurin í viðgongutíðini og nýggja lítla barnið, sum er í vøkstri. Hetta er tíðin, har tú er “ból og bitið” fyri barn títt.

Kjarnan er at fevna um broytingarnar og at skapa rúm, ró og nærleika til tað, sum ER – í og rundan um okkum.

Tú nýtist ikki at kenna til yoga áðrenn luttøkuna, og tú kann luttaka frá viku 14 og fram til barnsburð.

Sum luttakari, hevur tú atgongd til ein loyniligan facebook bólk “Barnakonuyoga hjá Javnvág 2023”, har ymiskt viðkomandi fyri barnakonur verður deilt.

Viðmælir:

Rannvá Arnadóttir“Eg átti ein fittan beiggja leygardagin. Føðingin gekk orduliga væl, eg eri SO glað og takknemliga fyri alt sum eg havi lært um føðis og mín egna kropp við at ganga til yoga hjá tær. Tað hevur gjørt allar munin og veri eitt tað besta við graviditetinum, og kroppurin er orduliga væl fyri eftir graviditet og føðing, 1000 takk fyri títt arbeiðið.”
 

Julie Rosval Gormsen – “Nogle ord om, hvad jeg sidder tilbage med fra gravidyoga.
Jeg var rigtig glad for hver onsdag at komme til et helt specielt sted (især mentalt), hvor der kun var tid til fokus på min krop og min baby. I en hverdag hvor alt går stærkt, er der ikke altid tid til at sætte sig ned og kun fokusere på at trække vejret og lytte til sin krop og mærke sin baby. Det var det bedste <3
Jeg kunne især bruge roen, som jeg lærte fra timerne. Efter en masse samtaler med andre gravide i timerne og oplæg af Anne Mette følte jeg en total ro i at være gravid, og det blev meget naturligt og roligt. Jeg kunne komme af med spørgsmål og fik gode råd og vejledning omkring alt.
Til fødslen brugte jeg især vejtrækning, måske ikke præcis den vi brugte til yoga, men den viden omkring, hvor vigtigt det er, og hvor meget kontrol man faktisk har, og ro man føler, når man trækker vejret og slapper af. Afslapning og vigtigheden af at slappe af og afspænde når man føler smerte.
Jeg har faktisk ikke rigtig savnet noget. Jeg vidste ikke helt, hvad det gik ud på, da jeg startede, og jeg blev bare positivt overrasket og glad for alle de redskaber og positiv energi jeg gik derfra med. Jeg følte mig rigtig klar til at føde og til at nyde min graviditet.

Så bare kæmpe tak igen <3 Håber vi ses snart, og så tager jeg min lille datter med :)”

Joan Hansen – “Eg havi gingið til barnakonuyoga. Sera gott! Eg vil absolut anbefalla hettar!”