Á ársins stytsta degi og longstu nátt – vetrarsólstøðu, sat eg og skrivaði tíðindabræv og takkaði fyri sýndan áhuga, luttøku og íblástur hjá Javnvág gjøgnum árið. Eg eri sera takksom fyri at kunna menna virksemið mítt saman við mínum viðskiftafólki og gleði meg til eitt nýtt ár við nýggjum møguleikum.

Ársins syklus var júst komin heilt til endan av útandingini. Til steðgin har einki tykist at henda, hóast at tað í myrkrinum og í tí stilla og tigandi hendir nógv. Har tú ER og ikki GER, og í friðinum leggur til merkis og møtir tí, sum ER og talar til tín frá hjartanum, tí sum hevur týdning. Slettis ikki tí, at tað altíð er so lætt. Hetta er tíðin til at samla orku og vera í híð. At vaksa í javnvág ímillum at VERA og GERA.
Brúka vakstrarlagið í náttúruni sum fyrimynd. Tað er beint fyri føturnar á tær, sum Piet Hein segði: “Búnast í ró, lær av trøunum”. Um sáðkornið ikki fær neyðugu hvíldina í jørðini og leykurin frost áðrenn vøkstur – ja, so doyggja tey.

Áðrenn tú lesur víðari – legg so til merkis, hvussu luftin ómakasleyst streymar út aftaná eina innanding og legg til merkis tann heilt natúrliga steðgin, sum er, áðrenn ein nýggj innanding heilt av sær sjálvum streymar inn aftur. 
Morgunin eftir strysta dag og longstu nátt byrjar innandingin í ársins syklus heilt spakuliga aftur og við Jesusbarninum á jólum eisini ljósið og vónin um ljósari tíðir og nýtt lív.
Hesa ársins syklus vár, summar, heyst og vetur hevur tú við tær í hvørjum andadrátti – innanding, steðgur, útanding og steðgur.

Hvat vil tú anda út – lata fara – siga NEI til?
Hvat vil tú dvala við í steðginum aftaná útandingina?
Hvat vil tú anda inn – lata koma – siga JA til?
Hvat vil tú dvala við í steðginum aftaná innandingina?

Fokus hjá Javnvág í 2019 var í stóran mun tað nýggja lívið og ein tann heilt stóra broytingin í kvinnu- og familjulívinum við framhaldslestri innan eftirføðingaryoga og barnakonuyoga. Fokus hevur verið á barnsburð bæði vaginalt og við keisaraskurði. Hetta hevur verið so sera mennandi bæði persónliga og fakliga, og eg gleði meg at deila meira av hesum við tykkum í komandi ári. 
Heilt tætt at lívinum hevur evnið eisini verið tað nýggja lívið, og tann ikki heilt lætta byrjanini uppá lívið, móðurskapin og familjulívið. Síðsta dag í novembur 2018 bleiv eg omma á fyrstu sinni. Í Nuuk átti dótturin ein son við bráðum keisaraskurði við fylgjandi tørvi á uppihaldi á vøkudeild, har sera góð hjálp gav tryggleika í eini fløktari byrjan. Í 2019 vóru vit síðani so avbera heppin, at hava tey her heima í barnsburðarfarloyvi. Fyrst í 2020 flyta tey heim aftur á klettarnar til stóra gleði fyri ommur og abbar og nógv onnur. So tað er ikki torført at hugsa sær til, hvat hendan omman m.a. fer at siga eitt stórt JA til í komandi innanding av ársins syklus.

Í mai í ár var á fyrsta sinni møguligt at bóka tíð til zoneterapi hjá Javnvág á netinum HER, og mín fyrsti bloggurin sá dagsins ljós á ársins longsta degi http://www.javnvag.fo/?page_id=1014

Nýggja skráin fyri fyrra hálvár 2020 er at síggja á http://www.javnvag.fo/?page_id=31
Tilmeldingin er byrjað, og nøkur pláss eru enn eftir á ymisku liðunum. Til ber at skriva seg upp á bíðilista, um einki pláss er eftir á liðinum, sum tú ynskir at luttaka á.  

Skeiðini fram til summar verða lætt yoga, miðal yoga, yoga til hormonellajavnvág og kokubotn, mammuyoga við pinkubørnum – eftirføðingaryoga, barnakonuyoga og kroppur og andadráttur fyri limir í Fountainhúsinum. Skeiðini verða á 6, 6 og 7 vikur. 

Skeið á 4 tímar verða inntil víðari í evninum “Skiftisárini – at fóta sær í eini broytingartíð yvir ár”.

Tað fara at koma onnur tiltøk, sum enn ikki eru løgd á skránna. Til ber at bóka framløgur á 1 – 2 tímar til vinarbólkar, bindiklubbar og mammubólkar og onnur við evninum “Tín menstrasjónssyklus – tín innarakumpass”, “Skiftisárini – at fóta sær í eini broytingartíð yvir ár” og “Zoneterapi til pinkubørn”.

Á fjórða sinni verður í summar “Yoga og vandring” í Føroyum saman við Jørn Nørtoft frá Københavns Yoga http://www.kbhyoga.dk/yoga-og-vandring-paa-de-enestaaende-faeroeerne/

Ynskir tú at fáa ein styttri ella longri steðg í gerandisdegnum, so er tú vælkomin at brúka og taka niður hesar ljóðfílur http://www.javnvag.fo/?page_id=720

Uppskriftina til “Mammu’sa svimjukonute og Marionnu’sa nøtubland” – lekkurt her í vetur – finnur tú á http://www.javnvag.fo/?page_id=1076  

Við hesum vil eg ynskja tykkum eini hugnalig og gleðilig jól og eitt gott og eydnuberandi nýggjár  <3