Zoneterapi á andlit er ein viðgerðgerðarháttur, sum Lone Sørensen hevur ment út frá fleiri ymiskum háttum at fremja javnvág í kroppinum. Hættir, sum finnast ymsa staðni í verðini m.a. hjá indianarum í Suðuramerika.

Við ymiskari handaligari trykkávirkan verður kroppurin ávirkaður ígjøgnum zonir (reflekszoner), akupunkturpunktir og  nervareflekspunkir, sum svara til ymiskar partar og skipanir í kroppinum.

Andlitzoneterapið er serliga vælegna til tín, sum ikki ynskir viðgerð á føturnar.

Viðgerðin virkar, sum við klassiskari zoneterapi á føtur á allan kroppin og er sera vælegna til avbjóðingar mentalt, sálarliga og nervasjúkufrøðiliga, so sum at skapa ró og linnan í neva- og hormonskipanina m.a. við óró í kroppinum, svøvnavbjóðingum, tekin um strongd og sorg.

Viðgerðin verður løgd til rættis eftir tørvi. Ynskist ein samanhangandi viðgerðargongd verður mælt til, at uml. 7 dagar eru ímillum tær fyrstu fýra viðgerðirnar. Tað kann vera ymiskt, hvussu nógvar viðgerðir tørvur er á. Mett verður um hetta í hvørjum einstøkum føri.