Skeið á 4 vikur, har fokus er á at stuðla undir tann heilt natúrliga ómakasleysa andadráttin, sum vit brúka í gerandisdegnum. 

At arbeiða við tí góða grundleggjandi andadráttinum er alment gagnligt, betrar um ilting av blóðinum, minkar um spenningar í kroppinum og nervaskipanini, stuðlar undir sodningina, virkar ímóti strongd og nógv annað gott. Er eisini sera gott aftaná krím og corona.

Hetta skeiðið er til tín, sum:

  • Hevur varnast, at andadrátturin av onkrari orsøk er blivin ov grunnur. Tú følir tað møguliga, sum um tú bara andar ovaliga í bryngukassanum og ikki rættiliga fær luft.
  • Hevur ilt við at fáa natúrligu rørslurnar av andadráttinum niður í kroppin – 360 gradir rúnt í búk, koku, rygg og síðurnar.
  • Heldur tað vera eitt gott hugskot at geva andadráttinum nakað av kerligum uppmerksemi.

Venjingarnar verða heilt lættar og grundleggjandi. 

Tú fær heilt einfaldar venjingar at gera heima ímillum hvørja ferð vit hittast. 

Tú kann luttaka óansæð, um tú er fullkomuliga óroynd/ur ella roynd/ur í at arbeiða við andadráttinum. Bara tú hevur áhuga í tí grundleggjandi góða andadráttinum, og vil gera einføldu venjingarnar í gerandisdegnum.

Lítil bólkur á 8 luttakarar.

Dato:                                  

Tíð:                                     

Stað:                                   Grønlendingahúsið, Jøkulstræti 8, Tórshavn

Kostnaður:                          

Tilmelding:                         á javnvag@javnvag.fo og viðmerk fornavn, eftirnavn og fartelefonnummar.