Byrja verður aftur mikudagin 17. januar 2024 kl. 10.00 – 11.00 í Grønlendingahúsinum, Jøkulstræti 8, Tórshavn. 

Eftir avtalu við Fountainhúsið ber til at luttaka í “Kroppur og andadráttur”. 

Samband við Fountainhúsið fæst á tel. 310012 og 288012. 

Síðani september 2014 hevur Marianna Vang Simonsen havt skeiðsvirksemið “Kroppur og andadráttur” fyri limum í Fountainhúsinum.

Marianna er útbúgvin ergoterapeutur, yogalærari og zoneterapeutur og hevur drúgvar royndir innan psykiatri frá Psykiatriska deplinum.

Dentur verður lagdur á tryggleika, og at tú verður møtt/ur júst, sum tú er.

Tær nýtist ongan forkunnleika at hava fyri at kunna luttaka og blíðu rørslurnar verða tillagaðar tínum kroppi.

Sálarligar avbjóðingar kunnu mangan merkjast í kroppinum og andadráttinum, sum m.a. kenslan av at hava mist sambandið, at flóta út, bara at vera í høvdinum og at stívna og frysta. Kropsligar kenslur sum m.a. kunnu vera ein forðing fyri at føla seg tryggan og uppliva ein virknan og meiningsfullan dagligdag.

Endamálið við skeiðinum er at stuðla undir:

  • tilvitan um sambandið millum kroppin og andadráttin.
  • kropsliga og sálarliga uppliving av centrering/miðsavnan og grounding/jarðfesti
  • at kobla úr og bara vera til staðar í løtuni
  • avspenning og djúpa hvíld.
  • tolsemið og viðurkenning av sær sjálvum
  • at fáa amboð at nýta í dagligdegnum fyri at lætta um og megna dagligdagin betur.

Hvør tími inniheldur grundleggjandi andavenjingar, blíðar kropsligar rørslur (standandi, sitandi og liggjandi), avspenning og djúpa hvíld.

Luttakarir hava mangan stóra gleði av hvørjum øðrum, og tað er áhugavert at uppliva, at ein ofta ikki er einsamøllur um ávísar kropsligar kenslur og avbjóðingar. Rúm er fyri at taka ávísar gleðir og/ella avbjóðingar upp, soleiðis at lærast kann av royndunum hjá hvørjum øðrum.

“Kroppur og andadráttur” stuðlar tí væl undir endamálið við Fountainhúsinum, sum er at menna førleikar og styrkir hjá teimum, ið ynskja sær eitt meira meiningsfult og virkið lív.

Dømi um, hvat einstakir luttakarar fáa burturúr at luttaka:
”Eg eri betur fyri aftaná. Tað er deiligt at kobla úr, tá vit liggja á gólvinum og bara hugsa um andadráttin.”
”Eg eri meira tilvitað um andadráttin, og tað at geva mær tíð at anda.”
”Eina heilt serliga hvíld og ró, sum varðir við í tímar aftaná undirvísingina.”
”Undirvísingin er avbera góð.”
”Undirvísingin er sera, sera góð. Marianna er dugnalig og møtur einum, har ein er og ger undirvísingina hareftir.”

“Eg eri farin at sova betur.”

“Eg havi nógv betur tol hósdagar.”

” Eg kláraði at fara í SMS, uttan at bliva illa fyri.”