skaermbillede-2017-01-06-kl-15-54-15   skaermbillede-2017-01-02-kl-11-14-25 379550_158718900898408_148701893_n 398737_158720297564935_2126255550_n 

BÓKA TÍÐ á netinum: HER

Bóka tíð við at skriva til javnvag@javnvag.fo og viðmerk navn, eftirnavn og fartelefonnummar ella send sms ella ring á tlf. 516699.

Adressan til zoneterapiviðgerð er Hvannasundsgøta 12, Tórshavn. 

Javnvág bjóðar trý sløg av zoneterapi:

  • Klassiska FDZ-zoneterapi á føtur á uml. 50 min. viðgerð og við 5 min. hvíld til vaksin. Viðgerð til pinkubørn er á uml. 20 min. og til børn uml. 30 – 40 min.
  • Andlitszoneterapi á uml. 50 min. viðgerð og 5 min. hvíld til vaksin. Viðgerð til børn er á uml. 30 – 40 min.
  • 20 g. trykk á føtur á uml. 90 min. viðgerð og 10 min hvíld til vaksin.

Hvat er zoneterapi?

Zoneterapi er eitt aldargamalt handverk við uppruna í fleiri heimspørtum. Zoneterapi er í dag ein sera vælumtóktur og viðurkendur viðgerðarháttur og eitt gott ískoyti til aðra viðgerð. Zoneterapi stuðlar undir at javnviga heilsustøðuna sum heild, og hvørki kann ella skal viga upp í móti tí læknaligu tilgongdin til sjúkuviðgerð.

Læran um zoneterapi byggir á eina heildarfatan av menniskjanum sum eina eind, har tað altíð er ein sínamillum ávirkan millum kropp, sinn og sál. Læran byggir á, at allur kroppurin finst speglaður í smærri zonum á kroppinum m.a. á fótunum, hondunum og andlitinum. Við serligari handaligari trykkávirkan á eina zonu t.d. á fótinum fæst sostatt ein ávirkan á samsvarandi partin av kroppinum. Hervið verður kroppurin stuðlaður til sjálvur at javnviga heilsustøðuna.

Zoneterapi er serliga vælegnað til samtíðar líviháttarsjúkur, har tað sjáldan er talan um eina men fleiri orsøkir til ójavnvágir í heilsustøðuni hjá tí einstaka.

Hvør hevur gagn av zoneterapi?

Allir aldirsbólkar – pinkubørn, børn, ung og vaksin.

Hvat gagnligt kann zoneterapi gera?

  • Fremja tað almennu heilsustøðu sum heild
  • Virka fyribyrgjandi
  • Skapa vælveru, ró og linna
  • Loysa spenningar
  • Styrkja um umrensl og útreinsing
  • Styrkja um immunverju
  • Javnviga nerva- og hormonskipan
  • Javnviga orku

Hvat søkja fólk m.a. zoneterapi fyri?

  • Almenna styrkjan, fyribyrgjan, vælveru og ró
  • Vøddaspenningar
  • Styrkjan av umrensl og útreinsan
  • Styrkjan av immunverju
  • Óró
  • Pinkubarnaóró – m.a. luft og krampar í tarmum(kolik)
  • Strongd
  • Svøvntrupulleikar
  • Høvuðpínu
  • Sodningartrupulleikar
  • Útskiljingartrupulleikar
  • Hormonellar trupulleikar m.a. avbjóðingar í skiftisárum – hitatúrar
  • Afturvendandi bruna m.a. í hjáholum (bihuler), eygum og bløðru
  • Ovurviðkvæmi
  • Hjáárin av aðrari viðgerð

Hvussu kann kroppurin reagera aftaná zoneterapi?

Tað er ymiskt, hvussu kroppurin kann reagera. Nakrar av teimum heilt vanligu reaktiónunum innanfyri tey fyrstu tvey samdøgrini eftir viðgerðina eru:

  • Djúp hvíld
  • Møði
  • Øktur tørvur á svøvni
  • Økt bløðrutøming og gruggut ella myrkari vatn
  • Økt tarmfunktión og broytt opningarmynstur
  • Økt útskiljan sum heild gjøgnum andaleiðir, húð og slímhinnur

Hetta eru alt tekin um, at kroppurin er ávirkaður av viðgerðini. Hann er nú í gongd við sítt egna innara arbeiði við at javnviga heilsustøðuna. Í hesi tilgongd kann tað koma fyri, at gamlir ójavnar kunnu taka seg upp aftur, um so er, at hesir ójavnar áður ikki eru blivnir heilt javnvigaðir.

Hvussu nógvar viðgerðir skulu til?

Tað er ymisk frá persóni til persón, alt eftir tørvinum hjá tí einstaka og slag av ójavnvág.

Við mildum og/ella nýliga íkomnum ójavna er ofta skjótari at síggja ein bata enn við afturvendandi og varðandi ójavnum.

Við afturvendandi og varðandi ójavnum ella sjúku verður zoneterapi ofta nýtt sum viðlíkahaldandi og linnandi viðgerð.

Hvat kann tú sjálv/ur gera?

Tað er í flestu førum nógv tú sjálv/ur kann gera fyri at stuðla undir at javnviga tína heilsustøðu. Zoneterapeuturin kann hjálpa til við at hyggja at tíni heilsustøðu og livikorum sum heild og vegleiða um, hvussu tú sjálv/ur kann stuðla undir at skapa meira javnvág í kroppinum og gerandislívinum. Hyggjast kann m.a. at orkudeiling í gerandisdegnum, trivnaði, svøvni, rørslu, kosti og frískari luft.