IMG_4787 Marianna 3 BW

Eg eiti Marianna Vang Simonsen og eri útbúgvin ergoterapeutur, zoneterapeutur og yogalærari við bre
iðum áhuga og royndum í bæði traditionellum og alternativum hættum at styrkja og skapa javnvág kropsliga og sálarliga.

Mítt ynski er, at folk trívast og mennast í sínum gerandislívi og varveita lívsgóðsku sum longst.

Míni lyklaorð eru: “Viðurkenning, jarðfesti, miðsavning, lívsneisti, cyklustilvitan, at vitan gevur tilvitan og møguleika fyri at handla og at sjálvt tað smáa ger stóran mun (less is more)”.

Í november 2014 stovnaði eg fyritøkuna Javnvág, sum byggir á tey trý beinini yoga, zoneterapi og ergoterapi herundir m.a. ergonomi.

Navnið Javnvág er sprottið úr tí, at alt, sum eg fáist við, á ein ella annan hátt leggur lunnar undir at skapa javnvág kropsliga og sálarliga og harvið eisini í gerandislívinum.

Yoga er fyri meg eitt framúrskarandi amboð til at økja sína tilvitan og styrkjast sum heild. Eitt amboð har tú kemur í samband við og virkar út frá tíni egnu rútmu; har tú ert júst nú uttan at meta um og døma. Eitt frírúm og gott mótrák til samfelagið í dag, har skjótleiki, avrik og effektivitetur er í hásætinum.

Zoneterapi er fyri meg eitt sera gott handverk og ískoyti til at skapa javnvág og linna í kroppinum og harvið betra um heilsustøðuna og trivnaðin í gerandisdegnum. Zoneterapi er í stuttum ein viðgerðarháttur, har man við trýstávirkan eitt stað á kroppinum ynskir at betra um funktiónina á øðrum staði í kroppinum. Læran aftanfyri byggir á, at allur kroppurin finnist speglaður í smærri pørtum av kroppinum m.a. á fótunum og andlitinum.

Ergoterapi er arbeiðið fram ímóti, at fólk trívast og mennast í gerandislívinum í trá við tað, sum hevur týdning fyri tann einstaka – lívsneintan hjá tí einstaka.

Við broytingum í gerandislívinum kunnu venjingar og tillagingar av umhvørvinum og gerandisuppgávum vera við til, at tann einstaki framhaldandi kann hava eitt gerandislív við trivnaði og menning.

Í mun til lívsstøðuna hjá tí einstaka verður hugt at javnvágini ímillum neyðugar og týdningarmiklar gerandisuppgávur innan eginumsorgan, arbeiði og frítíð.

Ergonomi er læran um menniskja í arbeiði; um samanspælið ímillum menniskja, arbeiðsumhvørvið og arbeiðsuppgávuna. Hendan læran hevur sera stóran týdning í mun til at fyribyrgja trupulleikar og skaðar, sum kunnu standast av arbeiði. Um trupulleiki í arbeiðslívinum er íkomin verður samanhangurin ímillum menniskja, arbeiðsumhvørvið og arbeiðsuppgávuna kannaður og tilmæli um venjingar og/ella tillagingar gjørt.

Útbúgvingar og skeið:

2020 TYN Total Yoga Nidra Teacher and Facilitator Trainer, Yoga Nidra Network, Uma Dinsmore-Tuli og Nirlipta Tuli, Keypmannahavn.

2019 YOJO efterfødselsyoga- og gravidyogauddannelse, Maria Allingham, Danmark.

2019 Børnesundhedsvejler, Anette Straadt, Æblebørn, Danmark.

2017 Womb yoga, Uma Dinsmore Tuli, Keypmannahavn.

2017 Total Yoga Nidra immersion: Comparative & Creative Yoga Nidra Experiences, Uma Dinsmore-Tuli og Nirlipta Tuli, Keypmannahavn.

2017 Sleep Well with Total Yoga Nidra, Nirlipta Tuli.

2017 Total Yoga Nidra Online Foundation, Uma Dinsmore-Tuli og NCN Tuli.

2016 Den elastiske bækkenbund, Den intelligente krop, Herlev.

2016 Workshop with Sarah Powers, Insight Yoga, Keypmannahavn.

2014 Shakti Teacher Trainer, Shakti Mentor, Womb yoga, Yogakompagniet, Keypmannahavn.

2012 Mindfulness Practitioner, Mindfulness Akademiet, Danmark.

2011 Certified Restorative Yoga Teacher 320 t., AURA Wellness Center, USA.

2010 20 g. Trykk, Stege Zoneterapi, Danmark.

2006 Babyzoneterapi og baby- og børnemassage, Helle Roed, Hobro.

2002 Ansigtszoneterapi, Institut for komplimentær behandling, Logos, Århus.

2002 FDZ-zoneterapi, Institut for komplimentær behandling, Logos, Århus.

2001 Forflytningsvejleder, Bedriftssundhedstjenesten BST, Århus.

1999 Ergoterapeut Autorisation, Ergo- og fysioterapeutskolen, Århus.

Starvsroyndir:

Síðan 2011 havi eg undirvíst í yoga við ymiskum evnum bæði á liðum og í samstarvi við arbeiðspláss bæði í Nuuk og í Tórshavn. Evnini hava m.a. verið:

“Yoga fyri óroynd, nakað roynd og roynd”, “Nýggjársyoga”, “Yoga fyri rennarar”, “Yoga fyri hondbóltspælarar”, “Yoga – tann avbjóðandi ryggurin”, “Yoga fyri kvinnur”, “Yoga – kvinnan og kvinnukroppurin 40 +”, “Tann cykliska kvinnan”, “Skiftisárini”, “Yoga fyri strongd”, “Vetrardypp”, “Yoga til hormonella javnvág og kokubotn”, “Mammuyoga við pinkubørnum”, “Barnakonuyoga”, “Yoga við telduarbeiði” og í samstarvi við Fountainhúsið “Kroppur og andadráttur”.

Síðani 2013 havi eg árliga samanstarva og undirvíst saman við Jørn Nørtoft, Københavns Yoga á 7 daga retreati “Yoga og vandring” fyri danir í Føroyum.

Síðani 2014 havi eg árliga fylgt Lailu Tórsheim frá Yogakompagniet sum undirvísara serliga í mun til yoga til kvinnur gjøgnum yogatímar, workshops og retreats.

Sum ergoterapeutur havi eg drúgvar arbeiðs- og undirvísingarroyndir bæði innan eldraøki, psykiatri og ergonomi. M.a. havi eg arbeitt við verkætlanum “Fra løfteteknik til forflytningsteknik” í røktararbeiði í Århus, við “Socialari førleikamenning í Ergoterapiini” á Psykiatrisku deild á Landsjúkrahúsinum og “Undirvísing í grundleggjandi flytihættum” á eldraøkinum í Tórshavnar Kommunu. Undirvísing innan ergonomi hevur verið á skrivstovum, trygdarskeiðum fyri nógvum ymiskum fakbólkum, á eldraøkinum og á barnagørðum og vøggustovum.

Zoneterapi havi eg arbeitt partvís við síðani 2002 og havi royndir við nógvum ymiskum avbjóðingum m.a. pinkubarnaóró, vøddaspenningar, bløðrubruna, hjáholubruna, skiftisárum, hitatúrum, at stimbra umrensl og sodning, svøvnloysi, strongd, ótta og sorg. Ein partur av zoneterapiviðgerðini er eisini at vegleiða og stuðla undir heilsufremjandi tiltøk, sum fólk sjálvi kunnu gera í mun sína avbjóðingar í gerandislívinum. Í hesi vegleiðing kemur breiða vitanin frá ergoterapi, zoneterapi og yoga kundanum til góðar.