Trygd og fyrivarnið:       

Tú hevur sjálv/ur ábyrgd av tíni egnu trygd og heilsu í yogatímanum. Lurta eftir kroppinum og sig frá, um nakað er, sum tað ikki skal vera. Tað er ok at føla strekk og ikki ok at føla pínu.

Rátt verður til at siga mær frá og møguliga spyrja seg fyri hjá lækna, um tú hevur m.a. høgt blóðtrýst, blóðtøpp, hjartasjúku, sukursjúku, epilepsi, er við barn, hevur kropsligar og/ella sálarligar avbjóðingar, ella um tú er í læknaligari viðgerð og tekur heilivág. Trúnaður er um tað, sum boða verður frá.

Gjald og kostnaður:              

Goldið verður fyri skeiðið á konto áðrenn skeiðsbyrjan. Møguleiki er eftir avtalu at innheinta møguligar mistar tímar innan fyri verðandi skeið. Endurgjald verður bert rinda, um eg sjálv avlýsi yogatíman. Til ber at gera serliga avtalu um gjaldshátt.

Kostnaðurin er at síggja undir lýsingini av liðunum. Gongur tú á tveimum liðum um vikuna er kostanðurin fyri annað liðið minus 25%.

Avboð:

Fyri at geva møguleika til at innheinta møguligar mistar tímar er neyðugt, at tú meldar frá í góðari tíð, tá tú veitst, at tú ikki kann møta til tíman. Send sms á 516699 og viðmerk títt navn.

Yogaútbúnaður:

Møguleiki er at læna yogamottur, klossar, beltir, stórar avlangar pútur og eygnapútur í yogatímanum.

Klæðir og teppi:


Tú er í klæðum, tú kanst røra teg í, og tú følir behagilig at vera í. Tú hevur teppi ella troyggju og hosur við til djúpa hvíld. Kropshitin fellur við stillum yogastøðum og djúpari hvíld.

Fartelefonir:   

Fartelefonir eru sløktar ella uttan ljóð og vibratión í tímunum.

Føðsla:            

Mælt verður til ikki at eta beint áðrenn yogatíman – sum við aðrari venjing. Við lættari máltíð minst 1 t. og við tyngri máltíð minst 2-3 t. Mælt verður ikki til at drekka í yogatímanum uttan so, at tað av einhvørjari orsøk er neyðugt fyri teg.