Fyrra hálvár 2024 í Grønlendingahúsinum, Jøkulstræti 8, Tórshavn:

Melda til við navni, teldupostadressu og fartelefonnummari á javnvag@javnvag.fo ella á 516699.

Skeið á 9 vikur frá 8. apríl til 10. juni. Yoga er IKKI 2. Hvítusunnudag.

MÁNADAGAR kl. 16.30 – 17.45.

Kostnaður: Kr. 1260,- .

Skeið á 10 vikur frá 10. apríl til 12. juni.

MIKUDAGAR kl. 16.30 – 17.45.

Kostnaður: Kr. 1400,- .

Á ymiskan hátt verður arbeitt við andadráttinum og løttum, róligum og samansettum rørslum og kropsstøðum. Arbeitt verður eisini við javnvágini, strekkum og djúpari hvíld. Orð verða sett á natúrligu sameiningina millum kokubotn, andadrátt og rørslur. Í tímanum verður ymiskur útbúnaður brúktur so sum yogapúta, kubbið, beltið og teppið.

Lyklaorðini eru rúm, ró og nærvera við serligum atlitið til ta natúrligu rútmuna og orkuna hjá tí einstaka.

Tímin byggir á eina sameining av klassiskum yogastøðum og meiri flótandi rørslum og renslið til búkholu og kokubot. Harafturat verður tann hvílandi skipanina í kroppinum, sum gevur ró og endurnýggjan av orku, stuðla.

Tímin verður lagdur soleiðis til rættis, at øll kunnu vera við – bæði óroynd sum roynd.

Sum nýbyrjari leggur tú dent á rørslurnar og hugsar ikki so nógv um andadráttin. Sohvørt tú fær fleiri royndir koma kropsligu rørslurnar at fylgja tíni egnu nátúrligu rútmu í andadráttinum. Hetta kann taka nakað av tíð, so lat teg ikki ørkymla av tí.

Tað eru eingin krøv um avrik, og kropsligu rørslurnar verða tillagaðar tí einstaka.

Mælt verður til at hava eina eyka troyggju at fara í ella okkurt at taka útyvir seg til styttri hvíldina, møguliga eisini einar ullintar hosur.

Reglulig útinnan av yoga betrar um tilvitanina, orkuna og vælveruna í gerandisdegnum ígjøgnum betran um blóðrensl, ilting, sodning, útreinsan og svøvn. Eisini styrkir hon um andadráttin, vøddar og nervalag og minkar um spenningar og strongd. 

Øktu kropsligu tilvitanina, kanst tú taka við tær til aðra venjing og gerandisdagin sum heild. 

Tað, sum hevur stórstan týdning í tilveruni, er tað, sum hendir uttanfyri yogamottuna. Yogamottan er eitt “pit stop” í gerandidegnum, ein stutt vitjan, har tú heilsar uppá, leggur merki til og stillar ljóðførið.