Zoneterapi á føtur við einum trykki á 20 gram er ein viðgerð við eini heilt mildari trykkávirkan, sum leiðir kroppin til eina djúpa uppbyggjandi innaru hvíld og ró.

20 g trykk er sera vælegna til fólk, sum ynskja eina heilt milda, djúptgangandi og longrivarðandi viðgerð. Viðgerðin er á 90 min. við 10 min. hvíld.

Viðgerðin virkar, sum við klassiskari zoneterapi á allan kroppin og er sera vælegna til avbjóðingar mentalt, sálarliga og nervasjúkufrøðiliga, so sum at skapa ró og linna í neva- og hormonskipanina m.a. við óró, svøvnavbjóðingum, tekin um strongd og sorg.

Viðgerðin verður løgd til rættis eftir tørvi. Ynskjast samanhangandi viðgerðir verður mælt til, at uml. 14 dagar eru ímillum tær fyrstu trýggjar til fýra viðgerðirnar.