Hóast páskaliljan aftur í ár er ein páskalilja, so er hon ikki tann sama sum síðsta vár. Hóast støðugar endurtøkur, so er alt í støðugari broyting.

Páskaliljur og annað síggjast í løtuni næla so vakurt og bera boð um vár og ljósari tíðir. Tær hava ligið í dvala og samla orku í longri tíð, og nú strekkja tær seg upp ímóti sólini og súgva ljósið og orkuna í seg.

Nælir hon stillisliga og í lívd, kann hon standa leingi. Nælir hon ov skjótt og uttan lívd, kann vindur og kuldi brenna hana av. Páskaliljan hevur sína lívstíð, og tað kann vera, at hennara dagar eru taldir, og at hon ikki nælir aftur hetta várið. Lívið og deyðin eru partar av lívshjólinum – byrjanin og alt harímillum til endan, eisini steðgirnir og millumbilini. 

Soleiðis er eisini við okkum. 

Tað er gjøgnum røturnar, at vit heinta føðslu og orku. Ein partur av tí at vera í fullum blóma er at trekkja seg, steðga á og samla orku. Tað hava vit tørv á. Tað er lívsneyðugt. Einki summar uttan vetur. Eingin dagur uttan nátt. Eingin útanding uttan innanding, og so er tað alt harímillum. Øll skifti, tíðarbil og millumbil hava virðið – ymiskt virðið.

Í okkara samfelag verður tað ljósa, vakna, frameftir lítandi, innandingin og ja, ja, ja dyrka og hámett. Myrkur, at dvala, afturá lítan, útandingin, nei, nei, nei og millumbilini eru ikki so freistandi. Puha, lat okkum loypa tað um og koma víðari. Lat okkum fáa ferð á aftur, helst skjóta ferð. Týdningurin av tí, sum virkar í tí stilla og ósjónliga, er mestsum mist burtur í samfelagnum.

… OG SO kom Korona.

Korona skakar okkum øll og samfelagið. Korona skapar ein steðg og eitt millumbil, og hóast ikki ynskiligt, so gevur korona hjá nógvum ein hart tiltrongdan møguleika at taka seg burturúr og at steðga á. Tað er ikki bara áðrenn og aftaná korona, tað er eisini tíðin við korona.

Várjavndøgur var 20. mars. Tá vóru vit mitt ímillum stytsta og longsta dag á árinum. Várið er eitt millumbil, ímillum vetur og summar. Tað er nú longst tíð síðani, at tað síðst var vár.

Hetta er tíðin, tá lívstráðurin er tynstur, og beinkrím er í hæddini – nú korona. Tað er langt síðani, at orkugoymslurnar vóru fyltar við sól og hita, og vit eru rættiliga viðbrekin. Tvídrátturin kann vera, at samstundis við gleðina um ljósið og várið og  “wouw” hugurin til alt møguligt, so kann møði og stúran eyðkenna lindið. Várið er enn í síni byrjan, og tað er sum um veturin ikki vil sleppa takinum heilt enn. Eitt millumbil í millumbilinum. Skiftið frá at vera í híð og til at næla. 

Hvussu halda vit orkuna hesa tíðina? Hvussu kann hon spakuliga byggjast upp, so hon kann vara til komandi vár? Hvussu halda vit orkuni, soleiðis at hon ikki brennur út longu nú, áðrenn várið verðuliga er komi? 

Vit kunnu brúka byrjandi várið og náttúruna til at leggja merki til hetta. Hvat hendir í náttúruni? Náttúran er virkin í tí stilla og nærum ósjónliga, og tað hendir ein rúgva, nú hon stillisliga ger seg klára at næla.

Hvussu er hjá tær? Hvussu er tín orka? Hvar er tú í lívshjólinum? Hvat ger korona við teg? 

Tað nýtist ikki at vera antin ella. Tað kann vera eitt sindur av hvørjum og allarhelst við skiftandi yvirvág av onkrum.

Vælgagnist 🙂

Her er ein leinkja til nærverandi og róligt yoga, sum kann gerast, hóast orkan ikki er tann stóra. Ein møguleiki til stillisliga at leggja merki til, hvat hendir á vegnum – í millumbilunum – líkasum nú í byrjandi várinum.

Yoga, sum stillisliga loysur bundna orku og iltar og nørir hvørja kyknu í kroppinum. Kann gerast liggjandi, sitandi á stóli ella sum her sitandi á gólvi 🙂