“Barnakonuyoga”

Rannvá Arnadóttir: “Føðingin gekk orduliga væl, eg eri SO glað og takknemliga fyri alt sum eg havi lært um føðis og mín egna kropp við at ganga til yoga hjá tær. Tað hevur gjørt allar munin og veri eitt tað besta við graviditetinum, og kroppurin er orduliga væl fyri eftir graviditet og føðing, 1000 takk fyri títt arbeiðið ☺️”

Joan Hansen: “Eg havi gingið til barnakonuyoga. Sera gott! Eg vil absolut anbefalla hettar!”

“Mammuyoga við pinkubørnum”

Guðrun Horn Snæbjørnsdóttir: “Mammuyoga við pinkubørnum er heilt fantastiskt. Eg havi verið til tvey heil skeið við Rósu, og kundi ikki verið tað fyri uttan. Eg havi lært so nógv og vit, Rósa og eg, hava báðar fingið so nógv burtúr. Marianna er ótrúliga dugnalig og fitt, og so hevur hon eina so breiða vitan um alt, ein nýklakt mamma hevur tørv á at vita. Eg vil heilt klárt viðmæla hetta til øll, ið hava pinkubørn.”     Hjørdis Gudmundsen: “Eg og Tóki hava gingið til hetta skeiðið við Marianna. Hetta er vælvera fyri bæði mammu og pinkubarn. Eg vil viðmæla øllum mammum við pinkubørnum at fara – so gott, avslappandi og mennandi fyri bæði mammuna og lítla barnið.”     Sunnvá Húsgarð: “Eg vil avgjørt viðmæla øllum mammum at fara til mammuyoga við pinkubørnum í Grønlendingahúsinum. Ein fær heilt víst nógv burturúr venjingunum, og samstundis ein friðsæl og mennandi løta hjá mammu og barni, at bara njóta hvørt annað. Marianna er sera dugnalig og vælvitandi innan økið, og meir afturat, og við hennara tolna og blíða lyndi gerst tímin sera behagiligur og avslappandi. Heilt víst væl brúktir tímar í mínum barnsburðarfarloyvi.”

“Skiftisárini – til kvinnuna +35 ár”

Randi Durhuus: “Eri glað fyri at eg fór, tí skeiðið var bæði upplýsandi, gevandi, deiliga róligt, leskiligt og hugnaligt. Harafturat gav tað mær ymiskt at hugsa um :-).”      Bergtóra Høgnadóttir: “Well altso….’skeið um skiftisár’. Fór á skeið við eitt sindur ambivalentum hugburði. Áhugavert, men kanska eitt sindur ov nógv av tí góða?” hugsaði eg áðrenn. Men tað veit denninar: “Eg kann veruliga viðmæla øllum kvinnum at fara á hetta skeið. (Menn høvdu ivaleyst eisini kunna lært nakað gott). Fekk svar upp á nógvar spurninngar og lærdi ein hóp. Ì nærverandi, tryggum og góðum kørmum.Tú ert ófør og dugir so væl, at skapa ein góðan anda, Marianna. “Takk…frá várkvinnu  .”      Hansina Dahl: “Skeiðið um skiftisárini er sera gott og hent hjá øllum kvinnum at taka. Eg kenni meg takksaman fyri vitanina, eg fekk frá Marionnu. Havi í veruleikanum størri virðing fyri egnum kroppi aftaná skeiðið, tí við nýggju vitanini fekk eg tættari samband við hann. Marianna dugir einastandandi væl at undirvísa, og so servererar hon alvorliga lekkurt ábit til hetta skeiðið:).”     Petra Olsen: “Eg havi veriđ til eitt skeiđ hjá Marionnu um skiftisárini hjá kvinnum. Eg lærdi nøkur góđ øvilsir, harumframt lærdi eg eina rúgvu um kropp, kenslur og kvinnur. M.a. um, hvussu ringrásin hjá kvinnuni og náttúruni eru spegilsmyndir hvør av øđrum. So sera áhugavert. Hetta er eitt skeiđ, sum eg vil viđmæla:).”     Berit W. Samuelsen: “Takk fyri eitt gott skeið um skiftisárini, eg fekk nógv gott burturúr, Marianna, tú dugir sera væl at seta orð á tað sera stóru broyting, vit kvinnur fara ígjøgnum.”

“Lætt yoga”

Rúna Wardum:Yogatímin gav mær nógv ymiskt. Eftir ein rokaligan dag fekk eg eina góða kenslu av viðurkenning og ró við mær útaftur í dagin. Grønlendarahúsið egnar seg sera væl til yoga. Har er heitt og hugnaligt at koma inn, angar av ingifer, sum Marianna bjóðar í kókaðum vatni; livandi ljós er tendrað og spakuligur tónleikur er í bakgrundini; húsið er terapeutiskt í sær sjálvum. Eg kendi meg sera væl komna, og yogatímin var ein gáva til mín frá mær; eg fekk eina góða blanding av vælveru við styrki, avslapning, útstrekking og meditatión og heilt víst hug at fara aftur. Mær dámar væl, at Marianna fortelur, hvat ymisku rørslurnar eru góðar fyri; eg haldi, hon megnar sera væl at skapa ein góðan stemning og at vegleiða luttakararnar eftir tørvi.”

Fountainhúsið – “Kroppur og andadráttur”

”Eg eri meira tilvitað um andadráttin, og tað at geva mær tíð at anda.” – “Eg eri betur fyri aftaná. Tað er deiligt at kobla úr, tá vit liggja á gólvinum og bara hugsa um andadráttin.” -”Eina heilt serliga hvíld og ró, sum varðir við í tímar aftaná undirvísingina.” – ”Undirvísingin er avbera góð.” – ”Undirvísingin er sera, sera góð. Marianna er dugnalig og møtur einum, har ein er og ger undirvísingina hareftir.” – “Eg eri nógv meira tolin hósdagar aftaná at hava verið til tíma.” – “Eg eri fari at sova aftur, havi ikki sovið samanhangandi í fleiri ár.”

Ergonomi – undirvísing og einstaklingavegleiðing á arbeiðsplássi.

Í 2016 skipaði Landsverk fyri einum ergonomiátaki fyri øllum umleið 125 starvsfólkunum á stovninum.

“Undirvísingin og vegleiðingin frá Marionnu var bæði áhugaverd, lærurík og fjølbroytt. Ikki minst, at hvørt einstakt starvsfólk fekk møguleika fyri at fáa persónliga vegleiðing eftir framløguna. Somuleiðis fingu vit starvsfólk at vita, hvat vit sjálvi kunnu gera við eitt nú rørslum og strekki. Eisini fingu vit ítøkilig ráð og uppskot til, hvat stovnurin kann gera, við til dømis at hava ein árligan sonevndan stóladag, har øll kanna eftir um innstilling av stóli, borði og øðrum er í lagi.Sum starvsfólk eru vit nú meira tilvitaði um kroppsstøður í sambandi við skrivstovuarbeiði, eins og týdningin av at hava telduskermar, stólar og annað rætt innstallaði. Somuleiðis fingu við góð ráð um at innrætta arbeiðsstaðið í mun til arbeiðsuppgávuna. Hetta soleiðis, at ein sjálvur kann fyribyrgja músaskaðar, høvuðpínu og annað, sum kann koma av skeivum arbeiðsstøðum. “

Sambært Landsverki hevur ergonomitiltakið á storvninum ítøkiliga minkað um pínu hjá nøkrum starvsfólkum, og hjá summum er pínan heilt burtur. Tað, at síggja slík ítøkilig úrslit av ergonomitiltakinum, er eitt viðmælið í sær sjálvum.