Version 2

Yoga er fyri øll og snýr seg um at sameina, styrkja og skapa javnvág í kroppi og andadrátti, og harvið eisini í sinni og sál.

Tað, sum hevur stórstan týdning í tilveruni, er tað, sum hendir uttanfyri yogamottuna. 

Yogamottan er eitt “pit stop” í gerandidegnum, ein stutt vitjan, har tú heilsar uppá, leggur merki til og stillar ljóðførið. 

Yoga er at meta sum ein møguleiki at uppliva, sansa og merkja lívið, sum vit liva, sum ein partur av eini størri heild.

At geva gætur er eitt lyklaorð, og kropsligu rørslurnar fara fram við róligari ferð eftir tínu egnu náttúrligu rútmu í andadráttinum. Tað snýr seg um at vera tilstaðar her og nú, at finna sína egnu rútmu og miðja ímóti at liva í gerandislívinum í síni egnu rútmu.

“Yoga is a state in which you are present – really present – in every moment, in every action.” T.K.V. Desikacar

Reglulig útinnan av yoga gevur sum heild størri tilvitan, orku og vælveru í gerandisdegnum m.a. við at betra um útreinsan, styrki, miðsavnan og jarðfesti bæði kropsliga og sálarliga. Kropsburður og tilvitan betrast sum heild; og harvið kunnu overving, strongd, slit og skaði í gerandislívinum fyribyrgjast.

Kapping er ikki í yoga. Tað eru eingin krøv um avrik, og kropsligu rørslurnar verða tillagaðar tí einstaka. Tað, sum krevst, er ynski og viljin til at arbeiða við sær sjálvum og sínum kroppi.

Kropsligar rørslur og støður økja umrenslið í kroppinum, minka um spenningar og styrkja vøddar og andadrátt.

Andadráttur og andadráttsrørslur sameina kroppin og sinnið, styrka andadráttin, økja umrenslið í kroppinum, styrkja nervalagið og minka um spenningar og strongd.

Djúpa hvíldin er sera uppafturbyggjandi, styrkir nervalagið og minkar um spenningar og strongd.

Tað finnast nógv sløg av yoga.

Mín undirvísing er ein blanding av Hatha Yoga, Restorative Yoga og Shakti Yoga.

Fokus í Hatha Yoga er tann kropsliga tilgongdin, har tilvitan sum heild økist gjøgnum andadráttsvenjingar, kropsligar rørslur og djúpa hvíld.

Fokus í Restorative Yoga er tann blíða tilgongdin, har tú vendir uppmerksemi inneftir og rútman í andadrátti, kroppi og sinni miðsavnast og stillast ígjøgnum blíðar andadráttsvenjingar, kropsligar rørslur og djúpa hvíld. Harafturat verða kropsligu rørslurnar tillagaðar til tann einstaka – eitt nú við hjálpiamboðum m.a. yogapøllum, yogakubbum, teppum, belti og eygnapútu.

Fokus í Shakti Yoga er tann kvinnuliga tilgongd til yoga, sum er rættað til kvinnukroppurin og kvinnusinnið. Lyklaorð her eru m.a. styrkin í tí bleyta, móðirliga, flótandi, viðurkennandi, ósjónliga, intuitiva, kreativa, cykliska, umfevnandi og nærleikin og kærleikin til tað sum er”.

“Yoga is a light, which once lit, never dim. The better you practice, the brighter the flame.” BKS. Iyenger