Nýtt skeið á 6 vikur byrjar mikudagin 22. mars kl. 11.30 – 12.45

Tilmeldingfreist og gjald kr. 900,- at flyta á konto 6460-3929533 í seinasta lagi 16. mars.

Melda til við navni, teldupostadr. og fartelefonr. á javnvag@javnvag.fo ella á 516699.

Mammuyoga við pinkubørnum er bæði eftirføðingaryoga til tín sum mamma og zoneterapi á føtur og kropp hjá barninum.

Tú kann luttaka frá uml. 6 – 8 vikur eftir føðing og fram til barnið er í grulvialdri. Við keisaraskurði frá uml. 8 – 12 vikur eftir føðing.

Á ein mildan hátt verður arbeitt við at fevna um broytingarnar í kroppinum eftir barnsburð og føðing ígjøgnum andavenjingar, kropsligar venjingar og djúpari hvíld. Bæði um tú hevur átt vaginalt ella við keisaraskurði.

Dentur verður lagdur á:

  • at økja vitalitet og styrkjast bæði kropsliga og sálarliga
  • andadrátt, kropsligar rørslur og djúpa hvíld, sum styrkja og stuðla

      – serliga at økja tína tilvitan um heilt grundleggjandi samstarvið millum andadrátt, kokubotn, teir innaru búkvøddarnar og bøllarnar, sum kann førast yvir á aðra komandi venjing og gerandisrørslur sum heild.

  • eitt trygt umhvørvið, har pláss er til at deila kenslur, upplivningar og royndir

Við zoneterapi lærir tú at stimbra sodningarlagið og hvíld og linna um tannframbrot hjá barninum.

Sum luttakari hevur tú atgongd til privatan facebookbólk, har m.a. góð ráð og venjingar eru tøkar.

Sunnvá Húsgarð: “Eg vil avgjørt viðmæla øllum mammum at fara til mammuyoga við pinkubørnum í Grønlendingahúsinum. Ein fær heilt víst nógv burturúr venjingunum, og samstundis ein friðsæl og mennandi løta hjá mammu og barni, at bara njóta hvørt annað. Marianna er sera dugnalig og vælvitandi innan økið, og meir afturat, og við hennara tolna og blíða lyndi gerst tímin sera behagiligur og avslappandi. Heilt víst væl brúktir tímar í mínum barnsburðarfarloyvi.”

Hjørdis Gudmundsen: “Eg og Tóki hava gingið til hetta skeiðið við Marianna. Hetta er vælvera fyri bæði mammu og pinkubarn. Eg vil viðmæla øllum mammum við pinkubørnum at fara – so gott, avslappandi og mennandi fyri bæði mammuna og lítla barnið.”