Klassisk zoneterapi á føtur er tann mest kenda og brúkta viðgerðin av zoneterapi í okkara partin av heiminum.

Á fótunum og leggunum finnast ávísar zonur (reflekszoner), sum svara til ymiskar partar og skipanir í kroppinum. Í kroppinum finnist harafturat eitt orkurensl (meridiansystem), sum líknandi við blóðrenslið rennur ígjøgnum kroppin. Tær ávísu æðrarnar í orkurenslinum (meridianbaner) eru eisini bundnar at ymisku pørtunum og skipanunum í kroppinum.

Við ymiskari handaligari trykkávirkan á zonurnar á fótunum og punktir, sum orkurenslið rennur ígjøgnum, fæst sostatt ein ávirkan á samsvarandi partar og skipanir í kroppinum. M.a. fer ofta at rumla í búkinum, tá arbeitt verður við sodningarskipanini á fótunum, og andadrátturin verður ofta tyngri og djúpari, tá arbeitt verður við tí hvílandi skipanini á fótinum.

Viðgerðin verður løgd til rættis eftir tørvi. Ynskist ein samanhangandi viðgerðargongd verður mælt til, at uml. 7 dagar eru ímillum tær fyrstu fýra viðgerðirnar. Tað kann vera ymiskt, hvussu nógvar viðgerðir tørvur er á. Mett verður um hetta í hvørjum einstøkum føri.